Tá appin startar, verður ein mynd av Føroyum víst á skíggjanum.
Ein sjálvvirkandi klokka roknar 15. hvønn minutt eina nýggja mynd. Dagur og klokka síggjast niðast á skíggjanum. Tú kann gerða kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar, á sama hátt sum tá tú hyggur eftir myndum á telefonini.
Pílarnir vísa rætningin á rákinum og litirnir vísa ferðina.
Vil tú síggja ferðina á einum ávísum staðið, kann hetta gerast við at trýsta á skíggjan.
Vil tú broyta klokku ella dag, kann tú gerða tað, við at trýsta á dag/klokku niðast á skíggjanum.
Vil tú velja tíð sjálv/ur, skal tú trýsta á tíð frá kalendara.
Ein kalendari verður vístur, har tú kann velja dag. Pílarnir høgra/vinstra verða nýttir til at velja mánað. Trýst á dagin í kalendaranum fyri at velja hann.
Fyri at velja tíð á degi, kann tú flyta hvíta kassan undir kalendaranum við tummlinum.
Tá tú hevur valt dag og klokku, trýst á OK fyri at koma aftur til kortið. Appin roknar nú rákið fyri tann dag og klokku tú hevur valt.
Legg til merkis, at nú eru tveir pílar niðast á skíggjanum, hesir kunnu nýtast til at flyta klokkuna aftur/fram, 15 minuttir hvørja ferð. (sí mynd)
Hetta merkir eisini at sjálvvirkandi klokka ikki er í gongd. Fyri at seta sjálvirkandi klokku í gongd aftur, vel tíð frá telefon.
Tú fært valmyndina fram við at trýsta á pílin til vinstru (sí mynd)
Á valmyndini hevur hevur tú hesar valmøguleikar: